Luttakarar úr 10 ymiskum londum á summarskeiði í føroyskum á Føroyamálsdeildini
Undirvíst verður hvønn dag í 3 vikur
Eftir koronasteðg er aftur altjóða summarskeið í føroyskum á Føroyamálsdeildini. Í ár eru 20 luttakarar úr 10 ymiskum londum. Umframt undirvísing í føroyskum máli eru fyrilestrar um føroyska mentan og samfelagsviðurskifti, og skipað verður eisini fyri útferðum. Luttakararnir í ár koma úr t.d. Týsklandi, Eysturríki, Ungarn, Póllandi, Fraklandi, Taivan, Onglandi og USA. Treytin fyri luttøku á summarskeiðinum er grundleggjandi førleiki í einum germanskum máli og innlit í mállæru. Luttakararnir eru ella hava verið lesandi á øðrum universitetum, og flestu teirra duga fleiri mál.
Zakaris Svabo Hansen, útbúgvingarleiðari, skipar saman við Brynhild Kamban fyri summarskeiðinum í ár. Undirvísarar eru Lena Reinert og Markus Hammer.
Altjóða summarskeiðini á Føroyamálsdeildini verða boðin út tvey ár á rað, og síðani er steðgur eitt ár. Skeiðini eru sera vælumtókt, og umsóknirnar nógvar hvørja ferð. Nøkur av teimum, sum hava luttikið farnu árini, eru í dag góðir týðarar av føroyskum bókmentum til onnur mál, og yvirhøvur hava skeiðini verið við til at fingið føroyskum máli og bókmentum góð umboðsfólk í øðrum londum.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...