Luttøka í ráðstevnu um støddfrøði og KT
Louise Meier Carlsen fer í næstum at luttaka í ráðstevnu í Danmark um støddfrøði og KT
Danmarks Matematiklærerforening hevur biðið Louise Meier Carlsen um at halda ein fyrilestur tann 23. mai til endaráðstevnuna fyri landsumfatandi verkætlanina »Matematik med IT«, ið er stuðlað av A. P. Møller og Hustru Chastine Mc-Kinney Møllers Fond til almene Formaal.
Verkætlanin fevnir um støddfrøðilærarar úr øllum Danmark, og til byrjanarráðstevnuna luttóku 450 lærarar. Louise er biðin um at siga frá sínum arbeiði við læraralesandi í Føroyum og teirra fakdidaktiska arbeiði í praksis. Hon fer m.a. at siga frá einari røð av dømum frá undirvísingargongdum hjá teimum læraralesandi um góða undirvísing við talgildum støddfrøðiamboðum. Harumframt fer hon at siga frá teimum didaktisku amboðunum, tey læraralesandi hava brúkt í undirvísingini fyri at vísa á, hví tey valdu ella valdu frá ymsu talgildu amboðini í flokshølinum. Dømini verða tikin fram fyri at greina ætlaðu og veruligu læringina hjá næmingunum.
Louise starvast sum adjunktur í støddfrøðididaktikki á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, har hon undirvísir og granskar í støddfrøðididaktikki. Louise er í løtuni í holtur við eina ph.d.-útbúgving í samstarvi millum Fróðskaparsetrið og Institut for naturfagenes didaktik á Københavns Universitet. Ph.d.-verkætlanin er eisini stuðlað av Granskingarráðnum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...