Skriva út
Lydia Didriksen námslektari
Lydia Didriksen er sett sum námslektari lestrarárið 2015-16 á Megindeildini fyri hugvísindi, samfelagsvísindi og námsvísindi og fer at undirvísa læraralesandi í føroyskum.
Hon er útbúgvin lærari og skúlabókavørður og hevur undirvíst í máli í Tórshavnar kommunu í mong ár. Hon hevur verið lærugreinaráðgevi og sitið í uppgávunevndum; hon hevur ritstjórnað Les-bókarøðini og saman við Birgit Arge skrivað Kom og skriva-røðina, og Lydia hevur undirvíst í skrivinámsfrøði á Námsvísindadeildini í fleiri umførum.
Harafturat hevur Lydia bachelorprógv í føroyskum og leggur seinastu hond á masternám í somu lærugrein komandi árið. Og so hevur Lydia eisini skrivað skaldsligar tekstir til børn, ung og vaksin.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...