Lydia væleydnaðan MA-fyrilestur
26.01.2017
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Lydia væleydnaðan MA-fyrilestur

Nógv fólk komu at hoyra Lydiu Didriksen halda MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini 20. januar.


Námsskipanin á Føroyamálsdeildini ásetur, at studentar, sum hava fingið MA-ritgerðina góðkenda og próvdømda, halda ein fyrilestur við støði í ritgerðarevninum. Fyrilestrarevnið, sum Lydia fekk frá vegleiðaranum, var: Viðger autofiktión paratekstliga og frásagnarliga í útgávuni Sig at du lyver (2011) eftir Silviu Henriksdóttur.

Lydia helt ein greiðan og væl skipaðan fyrilestur á høgum fakligum stigi. Próvdómararnir søgdu í metingini, at fyrilesturin var ástøðiliga væl grundaður, greiningarnar neyvar og fyrilestrarevnið sera væl svarað.

Av teimum í alt 120 ECTS-stigunum í MA-útbúgvingini telur endaligi fyrilesturin 2.

Eftir prógvhandanina nýtti Lydia høvið at takka fyri undirvísingina og tíðina á Føroyamálsdeildini.