Lýsa eftir Phd studenti
Í hesum døgum verður lýst eftir einum phd-studenti, sum skal arbeiða við eini verkætlan um, hvussu hitabroytingarnar í sjónum hava ávirkað útbreiðsluna hjá toski undir Føroyum. Umsóknarfreistin til starvið er 30. mars 2012.
Phd-verkætlanin nevnist ‘Spatial distribution of cod on the Faroe Plateau in relation to climate and other environmental conditions’ og er partur av eini stórari norðurlendskari verkætlan, sum hevur til endamáls lýsa, hvørja ávirkan veðurlagsbroytingar í framtíðini fara at hava á vistskipanirnar í øllum høvunum líka frá Vesturgrønlandi til Eystursjógvin.
NorMER
Norðurlendska verkætlanin nevnist ‘Nordic Centre for Research on Marine Ecosystems and Resources under Climate Change, stytt NorMER. Talan er um eitt samstarv millum 47 granskarar frá 10 norðurlendskum universitetum og øðrum granskingarstovnum, sum hava sligið seg saman um verkætlanina. Granskingarsamstarvið byrjaði í 2011 og varir í 5 ár. Samanlagt eru játtaðar 32 milliónir norskar krónur til arbeiðið, harav tann føroyski parturin er 2.6 milliónir.
Granskingarverkætlanin fevnir um 16 PhD verkætlanir og 4 Postdoc, umframt ráðstevnur og ymisk undirvísingarvirksemi, sum er knýtt at teimum ymisku verkætlanum. 12 PhD og Postdoc vórðu sett, nú skulu so restin av størvunum setast.
FØROYSKA PHD-VERKÆTLANIN
Endamálið við føroyska partinum av verkætlanini er at kanna, hvussu hitabroytingarnar í sjónum hava ávirkað útbreiðsluna hjá toski undir Føroyum. Hesi seinastu árini er sjógvurin á føroyska landgrunninum vorðin alsamt heitari. Í 1990-árunum hækkaði miðalhitin 1,4 stig; frá 7,4 stigum í 1994 til 8,8 stig í 2004. Eftir hetta lækkaði hitin eitt sindur aftur, og í 2008 var miðalhitin komin niður á 8,4 stig.
Hitin í sjónum hevur týdning fyri hvar toskurin gýtir. Teir ymisku toskastovnarnir í Norðuratlantshavinum gýta vanliga í sjógvi, ið er millum 0 og 6 stig heitur. Fer hitin upp um 6 stig, hevur hetta eina keðiliga ávirkan á, hvussu gýtingin hilnast, og hvussu væl toskalarvurnar klára seg ta fyrstu tíðina. Hvussu tann hækkandi hitin ávirkar gýtingina hjá føroyska toskinum, vita vit ikki, men vónandi verða vit klókari, tá verkætlanin er liðug.
Vit vóna at fáa fleiri umsóknir til starvið, siga tey á Setrinum.
- Lýsingin eftir føroyskum phd-studenti.
- Lýsingar eftir 6 phd-studentum til NorMER.
- Heimasíðan hjá verkætlanini.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...