Knud Simonsen
08.01.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Lýsi læru lættir

Lýsi hevur fleiri gagnlig árin á likamið. Nakrar fáar fitisýrur: EPA, DHA og AA hava serliga stóran heilsuligan týdning. Fyri at gagnnýta livrina, sum í stórum nøgdum kemur inn á skipadekk, er alneyugt við rannsóknum, men her eru politikararnir mest darvandi fótonglarnir fyri føroyskari gransking, skrivaði Hóraldur Joensen, lektari og leiðari á Granskingarkjarnanum fyri evnafrøði og lívtøkni, í grein fyri sløkum ári síðani.


Greinin var í føroysku bløðunum í  februar 2007:
__________________________________

Lýsi læru lættir?

Hóraldur Joensen


Lýsi hevur fleiri gagnlig árin á likamið. Nakrar fáar fitisýrur: EPA (eicosapentaenoic acid, 20:5w3), DHA (docosahexaenoic acid, 22:6w3) og AA (arachidonic acid, 20:4w6) hava serliga stóran heilsuligan týdning. Politikararnir eru mest darvandi fótonglarnir í Føroyum fyri føroyskari gransking.


Lýsi hevur gagnligt árin
Livralýsi og fiskalýsi (uttan A- og D-vitaminir) styrkir menningina av mannaheilanum, nervalagnum og sjónini í móðurlívi og uppvøkstri. Lýsi-takandi møður fáa børn við hægri intelligenskvotienti (8 IQ-stig). Lýsi  hevur  gagnligt árin á førleikan hjá børnum og vaksnum at  lesa. Lýsi fremur innlæring, næmingar gerast kvæmari og fáa betri bindindi. Lýsi styrkir minnið, skerjir ólátaða atferð, ger fólk róligari í strongdum støðum, betrar svøvnlagið, tynnir blóðið, lækkar hjartatíttføri (2 sløg/min.) heilsumennir hjarta og æðrar, hækkar hugsanarmáttin, og økir førleikan at inna fróðskaparlig avrik.
Hetta eru nøkur úrslit av nógvum vælskipaðum tvørfakligum kanningum av lýsi og tess árin á mannakroppin, gjørdar seinastu árini.
Harafturat hava rannsóknir av lýsi víst, at tað í fleiri førum kann linna um sjúkueyðkennini av meiri álvarsligum kliniskum brekum so sum dyslexia (álvarsligur lesiveikleiki), dyspraxia (lítil evni at útinna lærdar torgreiddar rørslur), ADHD (attention deficit hyperactivity disorder, ella HO (hugspjaðing-ovurvirkni)), autismu, tunglyndi (depressión), ovfarakæti-tunglyndi (manio-depressión), føðingartunglyndi (postpartum depressión), Alzheimer-sjúku og sjúkligt dølskni (dementia), krabbameinsjúku, sukursjúku, bruna (inflamatión), morgunstirvni, liðpínu og sjúkum stavandi frá veikari immunverju. Nevndu brek tykjast at hava ein felags nevnara: órættvorðin fitisýra-metabolisma.


Lýsi-trot-eyðkenni
Ikki øll fólk fáa sama gagn av at taka lýsi. Orsøkirnar eru vanliga arviligar. Men tað finnast nøkur eyðkenni á kroppi  og sál, sum kunnu vera ein ábending um at lýsi kann bata og lutvíst lekja. Hesi eru:

  • Kropslig tekin um fitisýru-trot so sum óvanligur tosti, ofta trongd at kasta sær av vatninum, hvassa og turra húð, turt hár, flus og bleytar og broysknar negl.
  • Ovurviðkvæmi, eksem.
  • Ólag við sjónini, eitt nú náttarblindni,  sólarljós-viðkvæmi, sjónarórógv undir lestri, t.d. bókstavar og orð ferðast, svimja ella kámast.
  • Lítil bindindi, órógv, trupulleikar at gáa eftir, vánaligt minni, kensluliga sveimandi, lítið ítøkilig/ur, tokuheili.
  • Kensluliga erkvisin og óstøðug/ur, stór angist til tíðir, mikil innanspenningur,  ógvuslig sinnalagssveiggj, illnati og klandursemi stavandi frá lágari mishýrisgátt.
  • Svøvntrupulleikar, torført at sovna síðla og vakna árla.

EPA og DHA
Í lýsi eru tað nakrar fáar fitisýrur, sum hava serliga stóran heilsuligan týdning. Hesar eru EPA (eicosapentaenoic acid, 20:5w3), DHA (docosahexaenoic acid, 22:6w3) og AA (arachidonic acid, 20:4w6). Heilin er í stóran mun gjørdur av DHA. Virksemið í heilanum og nervaskipanini er lutvíst treytað EPA og AA.
Langar fleirómettaðar omega-3 fitisýrur, sum eitt nú EPA og DHA, luttaka í eini ørgrynnu av heilsuvarðveitandi og heilsufremjandi lívevnafrøðiligum tilgongdum. Micro-array-analýsur seinastu árini hava víst, at hesar fitisýrurnar ávirka expressiónina av umleið 100 ílegum. Fleiri gen-produkt hava góðgerðandi ávirkan á neuralar funktiónir, ið beinleiðis hava við innlæring, minni og hugsanarmátt at gera. Hetta er eitt rættuliga nýtt granskingarøki við einum hópi av óloystum trupulleikum og ósvaraðum spurningum. Saman við virknum granskingardeplum uttanlands er hetta eitt kanningarevni, sum fiskiveiðutjóðin Føroyar heilt greitt átti  at fari í gongd við. Millum annað tí at ungdómurin sum heild her á landi hevur tørv á styrktum mentalum mátti og megi (smbr. drumbaavrikini í seinastu Pisa-kanning).

Politikararnir størstu trupulleikar Føroya
Útlitini fyri at gera nakað munagott á nevnda rannsóknarøki eru tó rættuliga døpur. Tí sammett við onnur framkomin lond so nýta Føroyar ikki pening til rannsóknir. Nevnda upphæddin í miðlunum, 85 milliónirnir Dkr, er ein grov yvirmeting. Okkara fólkavaldu politikarar vilja ikki nýta pening til gransking. Í verandi samgongu er fólkavalt umboð, sum í bløðunum vanærandi hevur skýrt øll tey, ið hava longri  útbúgving enn sjey ár í fólkaskúlanum, fyri køstaflugur at vera. Køstaflugur við sevilinum í landskassanum. Talan var ikki um skemt. Eingin av floksfeløgunum og eingin av teimum ráðandi mótmæltu. Vit hava júst fingið nýggjan fiskimannafelagsformann, ið einki gott hevur at siga um føroyska gransking. Viðkomandi himprast ikki við alment at niðra føroyskt rannsóknarvirksemi, hóast endamálið við pørtum av kanningararbeiðinum er at økja samfelagsbúskaparliga íkastið frá fiskivinnuni. Og  livurina, ja, hana blaka vit stórt sæð alla (7000-8000 tons) í havið aftur, hóast virki stendur tilbúgvið at taka í móti.