Lýsi og sclerosa
16.10.2013
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Lýsi og sclerosa

Lutfalsligar nýggjar kanningar vísa greitt, at lýsi, D-vitaminir, meditatión, reglulig venjing og hvíld saman við heilsugóðari føði hava gagnligt árin á fólk við sjúkuni multiplari sclerosu


Heilsugott livralýsi
Lýsi inniheldur fleiri ymiskar fitisýrur, millum aðrar tær longu, ómettaðu omega-3 fitisýrurnar EPA og DHA. EPA og DHA eru styttingar fyri ávikavist eicosapentaensýra og docosahexaensýra. EPA hevur 20 carbon og fimm dupultbindingar og DHA hevur 22 carbon og seks dupultbindingar. Í livralýsi eru eisini A- og D-vitminir. Livralýsi er gott fyri kropp og sál.

Multipul sclerosa tærir myelinlagið
Sjúkan Multipul Sclerosa, MS, er ein neurodegenerativ autoimmun sjúka, t.v.s. eitt slag av nervabrunasjúku, sum við tíðini førir við sær, at myelinlagið, sum er eitt streymbjálvingarlag uttan á nervakyknum í mønu og heila, verður skatt. Enn er ikki greitt, um upprunin til sjúkuna er at finna í ílegum, smittu ella kombinatión av hesum báðum orsøkunum. Sjúkan rakar konufólk tvær ferðir oftari enn mannfólk. Tess longur burturi frá miðkringinum (ekvator), ljósi og varma tess fleiri MS-sjúklingar. Skaðin ger, at førleikin hjá pørtum av nervaskipanini at samskifta rætt ferst, og fleiri kroppslig og sálarlig sjúkutekin gerast sjónlig. Nevnda myelinlag er í ávísan mun gjørt av fitisýrum. DHA og EPA verða í mannakroppinum umgjørd til fleiri ymiskar bólkar av lívevnafrøðiligum virknum evnum. Summi av hesum evnum - eitt nú resolvinir, neuroprotektinir, lipoxinir og maresinir - eru brunamótvirkandi, og kunnu harvið lutvíst forða fyri niðurbróting av streymbjálvingarlagnum.

Australsk  multipul-sclerosu-kanning
Í nýggjari australskari kanning kom fram, at fólk við multiplari sclerosu (MS) versnaðu ikki, og í fleiri førum gjørdust likamliga og sálarliga frægari fyri við at leggja matvanar og dagliga lívið nakað um. Nýggja dagsskráin legði dent á heilsubøtandi mat, venjing, hvíld og avstreingjan. Maturin varð broyttur til ymsar fiskarættir, grovan heilkornskost og plantugrundaða føði. Sum ískoyti fingu luttakararnir 20 g av lýsi og 125 mikrogram av D3-vitaminum dagliga. Harafturat kom meditatión í 30 minuttir dagliga, venjing í 30 minuttir fimm ferðir um vikuna og sól 15 minuttir dagliga 3-5 ferðir um vikuna. Eingi hjáárin komu fram í samband við hesa nýttu royndarheilsuskránna, og australska sjúkrahúsverkið fekk møguleika at spara fitt av fæ til medicin og stovnspláss.

Heilsubatar
Fleiri heilsutættir vórðu kannaðir. Hesir vóru kropslig heilsa, kropsligar førleika-avmarkingar, kensluligar førleika-avmarkingar, pína, kenslulig vælvera, orka/møði, heilsu-sjálvsuppfatanir, socialt virksemi, innlæru-tilgongdir, kynsligt virksemi, kynsligt nøgdsemi, heildarlívsdygd, broyting í heilsustøðu, kropslig heildarheilsa og mental heildarheilsa. Á flestu av nevndu heilsuøkjum vórðu batar staðfestir. Fá stóðu í stað. Eingin afturgongd varð skrásett. Mátaði batin var í flestu førum hagfrøðiliga týðandi bæði eitt og fimm ár eftir lívsstílsbroytingina.

Milliarda-virði í Dkr blakað í havið kring Føroyar
Vórðu føroysku botnfiskastovnarnir troyttir við skili, so sum Havstovan hevur mælt til í fleiri áratíggju, so kundu vit fingið 7000 - 8000 tons av livur til lands og  framleitt umleið 4000 tons av livralýsi árliga. Eitt rímuligt søluvirði av hesi lýsinøgd og hóskandi tilsetingarevnum í fløskum er 4 - 8 hundrað milliónir DKK og í kapslum 1 – 4 milliardir DKK. Blakaðu vit í Føroyum ikki livrina í havið, men lóggóvu hana til lands, so kundu vit vunnið gylt av peningi og harafturat verið við til at gjørt tilveruna betri hjá multipul-sclerosu-sjúklingum.




MultipleSclerosisLifestyleModification2012.pdf