MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini
Fríggjadagin 7. desember heldur Diana Skoradal MA-fyrilesturin: Føroysk fólkanavnalóggáva og hvat ið fólk halda um lóggávu innan fólkanøvn.
Fyrilestrarevnið tekur støði í MA-ritgerð hennara, sum ber heitið:
Kanning av nøkrum fólkanøvnum í Nes kommunu við støði í næmingunum í Tofta skúla árg. 2009/2010.
Diana setti sær fyri at kanna, hvussu børn í einum føroyskum fólkaskúla skúlaárið 2009-2010 eita og eisini, hvørji nøvn foreldur teirra bera.
Rannsóknin er grundað á spurnabløð, sum børnini og foreldur teirra fingu. Heimildarfólkini eru 216 til samans. Ætlan hennara er at “skapa eina heildarmynd av innsavnaða tilfarinum við støði í greining av kanningarúrslitum viðvíkjandi” fornavni, millumnavni og eftirnavni.
Dentur er lagdur á skírnarnøvnini og á hvønn hátt, viðkomandi er navngivin, m.a. um hann ella hon er uppkallað eftir forfedrum ella ættingum ella øðrum. Í tí sambandi ger hon hagfrøðiligar kanningar av, hvat heimildarfólkið er kallað, og hvussu uppkallingin er háttað. Tá sæst úr hvørji ætt, t.e. faðir- ella móðurætt, tað er vanligari at kalla barn upp. Eisini viðger hon tann serføroyska uppkallingarsiðin at kalla fríggjadagin og sunnudagin upp, t.e. nøvn, sum byrja ávikavist við F og S.
Í ritgerðini verða millumnøvn og eftirnøvn eisini viðgjørd, og hon lýsir eisini eftirnavnagongdina í Føroyum gjøgnum tíðina. Viðgerðin av navnalógunum og kanning av, hvat fólk halda um navnalóggávu ella um hugburð “til lóggeving á navnaøkinum”, hevur ikki verið viðgjørt áður. Við ritgerðini fylgja ymisk fylgiskjøl, spurnablað og listi yvir heimildarfólk, navnalógirnar o.s.fr.
Fyrilesturin er almennur og byrjar stundisliga kl. 15 í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...