Skriva út
MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini
Hósdagin 6. februar heldur Tóta Árnadóttir MA-fyrilesturin “Fuglamotiv í føroyskum kvæðum – formur, innihald og granskingarsjónarhorn”.
Evnið í fyrilestrinum hevur støði í MA-ritgerð Tótu ““Tílíkan fugl so kjósi eg mær”. Fuglurin sum mynd í eldri føroyskum kvæðum – ein kanning av motivinum “fuglur og kvinna” sum tað kemur fyri í ymsum sniðum í føroyskum kvæðauppskriftum, samanborið við skyldar europeiskar heimildir”.
Fyrilesturin verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini. Hann er almennur og byrjar stundisliga kl. 15.00
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...