MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini
Fríggjadagin tann 11. mai klokkan 14.00 hevur Asta Wolles Eiðisgarð MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbs gøtu 16.
Heitið á fyrilestrinum er Lýs máltøku av donskum sum M2 í Føroyum, og met hana saman við M2-máltøku alment.
Fyrilesturin er síðsta stigið fram til at fáa MA-heitið, og Asta Wolles Eiðisgarð hevur skrivað forvitnisliga ritgerð um, nær føroysk børn læra danskt.
Heitið á sjálvari ritgerðini er Tvímæli hjá føroyskum børnum. Ein kvalitativ kanning av førleikanum í donskum hjá nøkrum 6-10 ára gomlum føroyskum børnum. Her hevur Asta kannað førleikarnar í donskum hjá 6 ára gomlum børnum og hjá 10 ára gomlum børnum. Tey seinnu hava tamarhald á teimum málsligum førleikunum at tosa, at fata (og at lesa og skriva), meðan tey fyrru, tey 5 ára gomlu, fata danskt, hóast tey ikki tosa tað raðið.
Astusa ritgerð er forvitnislig, og tekur hon upp eitt granskingarevni, sum leingi hevur ligið á láni, t.e. nær føroysk børn byrja at læra danskt. Tey granskingarúrslit, ið Asta Wolles Eiðisgarð leggur fram, kunnu nú setast í ein størri samanhang í sambandi við tvímælisgransking í Føroyum yvirhøvur, og niðurstøður hennara eiga at fáa ávirkan á frálæru- og frálærutilfar í tí føroyska fólkaskúlanum.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...