28.11.2011
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

MA-fyrilestur á Søgu- og Samfelagsdeildini.

Eini 20 fólk vóru komin saman í fyrllestarhølinum í Jónas Broncks gøtu farna fríggjadag, at lurta eftir master fyrilestri hjá Jan Lamhauge.


Fyrilesturin hevði heitið  “Ein diskursgreining av virðispolitisku pørtunum í kjakinum um § 266b”, og tók støði í master-ritgerð hansara, sum herfyri varð góðkend.

Fyrilesturin endaði samstundis MA-námið í stjórnmálafrøði, sum Jan hevur verið innskrivaður til á Søgu- og Samfelagsdeildini.

Eftir fyrilesturin var próvhandan og ein lítil resepsjón, har fólk fingu høvi til eitt prát við onkrum leskandi og smákøkum afturvið.