ragnar.jpg
26.08.2019
Setrið Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

MA-fyrilestur: Opaðir og lokaðir formar í Feðgum á ferð

MA-fyrilestur á Føroyamálsdeildini fríggjadagin 30. august kl. 14

Er ikki alt sagt, sum sigast kann um skaldsøguna Feðgar á ferð eftir Heðin Brú? Ella skal skaldsøgan eins og allir aðrir klassikarar tulkast av nýggjum av hvørjum nýggjum ættarliði? Vanliga fatanin av Feðgum á ferð hevur verið, at hon lýsir tvey ættarlið og eina farandi og eina komandi tíð. Men hvussu verða viðurskiftini millum menniskju og umhvørvi lýst í skaldsøguni, hvønn leiklut hava djór og vøkstur, og hvussu eru menniskjuni feld inn í ella avbyrgd frá umhvørvinum, sum verður lýst?

Við nýggjum ástøði sum grundarlagi viðger Ragnar Sigrunarson slíkar spurningar í MA-ritgerð síni Feðgar á ferð – ein vistgreinandi endurvitjan. Fríggjadagin 30. august heldur hann almennan fyrilestur við støði í ritgerðini. Spurningurin, hann hevur fingið til fyrilesturin, er:

Opaðir og lokaðir formar í Feðgum á ferð. Lýs formar, sum eru feldir inn í ella avbyrgdir frá umhvørvinum í skaldsøguni, og viðger við einum dømi ella fleiri, hvussu persónarnir í skaldsøguni bera seg at, tá formar, t.d. kroppar, opast og avdúka bond millum menniskju og umhvørvi, sum annars eru fjald. 

Fyrilesturin verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, og byrjað verður kl. 14 stundisliga.