11.01.2019
Føroyamálsdeildin Til lesandi
Skriva út

MA-fyrilestur um føroyska mállæruskriving

Fríggjadagin 18. januar 2019 kl. 14.00 heldur Sigmund Jógvansson MA-fyrilestur í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbs gøtu 22. Fyrilesturin er síðsti partur í MA-lestrinum í føroyskum.

Heitið á fyrilestrinum er: Broytingar í føroyskari mállæruskriving frá Rasmusi Rask í 1811 til Hjalmar P. Petersen í 2015 - við serligum atliti at preskriptiviteti, deskriptiviteti og samanberandi og søguligum sjónarhornum.

Fyrilesturin byggir á MA-ritgerðina, sum hevur heitið: Føroysk mállæruskriving – ein søgulig lýsing av føroyskari mállæruskriving gjøgnum 200 ár. Í ritgerðini kannar Sigmund tær broytingar, sum eru farnar fram í føroyskari mállæruskriving. Byrjað verður við lýsingini av føroyskum, sum Rasmus Rask hevur í teirri íslendsku mállæruni Vejledning til det Islandske eller gamle Nordiske Sprog, har føroyskt verður roknað sum ein íslendsk dialekt. Síðan verða hesar mállærur viðgjørdar í tíðarrøð: Jákup Nolsøe (uml. 1830), V. U. Hammershaimb (1854 og 1891), Jákup Dahl (1908), M. A. Jacobsen (1920), W. B. Lockwood (1955), Paulivar Andreassen og Árni Dahl (1997), Höskuldur Thráinsson o.a. (2004, 2012) og Hjalmar P. Petersen (2015). Endamálið er at kanna, hvussu tilgongdin í 19. øld førdi fram til ein føroyskan mállærustandard, og í hvønn mun mállærurnar úr øldunum eftir byggja á hesa mállærusiðvenju.

Fyrilesturin er almennur og byrjar stundisliga kl. 14. Øll eru hjartaliga vælkomin.