MA-prógv í føroyskum
18.09.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

MA-prógv í føroyskum

Paula Gaard hevur staðið MA-prógv í føroyskum.


Nógv fólk høvdu leitað sær inn á Føroyamálsdeildina at lurta eftir meistarafyrilestrinum hjá Paulu Gaard, sum varð hildin mánadagin 17. september kl. 13.00 í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini. Fyrilesturin var almennur og vardi í 45 minuttir.

Í fyrilestrinum viðgjørdi Paula Gaard føroysk leikrit við støði í góðkendu MA-ritgerð sínari við heitinum:

"Eitur nakað land week-end?” sum leikrit: tekstur, undirtekstur og tóm pláss."

Fyrilesturin samanbar eitt nú eldri føroysk leikrit, sum eru skrivað gjøgnum tíðina, við lutfalsliga nýggja leikritið "Eitur nakað land week-end?" eftir Jóanes S. Nielsen, rithøvund, sum kom út í 2002.

Leikritið eftir Jóanes S. Nielsen varð mett sum slóðbrótandi innan føroysk leikrit, tí teksturin er skrivaður soleiðis, at hann gevur møguleika fyri ymiskum tulkingum samanborið við tey gomlu leikritini. Undirteksturin og tey tómu plássini í tekstinum geva rúm fyri tí ósagda, sum kann liggja aftan fyri tey søgdu orðini ella kunnu skapa eitt huglag hjá lesaranum ella áskoðaranum. Eitt annað fyribrigdi í tekstinum eru danismurnar ella tey nógvu donsku orðini, sum koma fyri, og sum annars ikki hevur verið vanligt í einum skrivaðum føroyskum teksti.

Meðan tey gomlu leikritini av sínari samtíð vórðu skírd sum óáhugaverd við lítlum listarligum virði, metti Paula Gaard, at leikritið, "Eitur nakað land week-end?", mátti kallast list við sínum tíðarleysa eyðkenni bæði hvat viðvíkti evni í leikinum og sjálvum tekstinum.

Við fyrilestrinum hevur Paula Gaard staðið MA-prógv í føroyskum, og vit ynskja henni hjartaliga til lukku við próvnum.