24.02.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

MA-prógv í føroyskum

Fríggjadagin 21. februar helt Katrin Reinert almennan fyrilestur við heitinum “Føroyskur skaldskapur av manna munni endurnýttur – í romantikkinum og í dag” á Føroyamálsdeildini.


Evnið í fyrilestrinum hevði støði í MA-ritgerðini hjá Katrini: “Um menn so góðar og trøll so ill. Skaldskapur av manna munni við serligum atliti at endurnýtslu av munnbornum tilfari í øðrum í øðrum munnbornum tekstum og í nýggjum tekstum”.

Í fyrilestrinum nam Katrin við ymisk ástøði, serliga Bakthin, Kristeva og Genette, og viðgjørdi romantisk og modernað bókmentadømi greinandi og ástøðiliga við atliti at endurnýtslu av munnligum skaldskapi. Høvuðsdømini vóru søgnin um Kópakonuna, kvæðið hjá Kvívíks-Jógvani um Kópakonuna og at enda stuttsøgan Kópakona eftir Marjuna S. Kjelnæs.

Meistarafyrilesturin er seinasti partur av MA-námi í føroyskum. Vit ynskja Katrini hjartaliga til lukku við MA-próvnum.