MA-prógv í føroyskum
Randi S. Vang hevur lokið MA-prógv í føroyskum.
Hósdagin 13. mars helt Randi meistarafyrilestur, sum er seinasti partur av MA-námi á Føroyamálsdeildini. Fyrilesturin hevði heitið:
“Hvussu tulkar bókmentaverkið Rökkurbýsnir eftir Sjón hugmyndaheim 17. aldar?”
Fyrilesturin roknast sum vikuarbeiði (2 ECTS). Vegleiðarin orðar fyrilestrarevnið við støði í MA-ritgerðini hjá studentinum.
Heitið á ritgerðini hjá Randi er “Galdrar & guðsmenn í Rökkurbýsnum. 17. øldin lýst í modernaðari íslendskari skaldsøgu eftir Sjón”.
Í fyrilestrinum handfór Randi tann setta spurningin væl og virðiliga, lýsti bæði skaldsøguna og tíðina, sum skaldsøgan er pallsett í. Hon knýtti hegnisliga tað søguliga tíðarskeiðið yvirskipað í tað ítøkiliga í tekstinum hjá Sjón. Samanumtikið gav fyrilesturin eina kveikjandi og viðkomandi viðgerð av Røkkurbýsnum, sum Randi so rámandi týddi við orðinum Øgilsskýming.
Vit ynskja Randi hjartaliga til lukku við próvnum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...