Tóta Árnadóttir
27.04.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

MA prógv í málfrøði á Føroyamálsdeildini

Victoria Absalonsen hevur staðið MA prógv í føroyskum.


Fríggjadagin 27.apríl helt Victoria Absalonsen meistarafyrislestur um evnið: "Almennur normur og málnýtsla".

Við hesum hevur hon staðið MA prógv í føroyskum.

Vit ynskja Victoriu hjartaliga til lukku við próvnum!