Maðurin anno 2017 á Altjóða Mannfólkadegnum 19. november
Javnstøðunevndin skipar saman við Norðurlandahúsinum og Fróðskaparsetrinum fyri einum VITSKU-tiltaki við kynsgranskarunum Kenneth Reinicke og Firouz Gaini, har evnið er menn og javnstøða. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum Altjóða Mannfólkadagin sunnudagin 19. november.
Vit gerast alt meira tilvitaði um javnstøðu. Avbjóðingarnar hjá bæði monnum og kvinnum eru mangar, og somuleiðis teir ágóðar, sum bæði kyn fáa av øktari javnstøðu. Vit tosa ikki longur um javnstøðu sum eitt reint kvinnustríð, men sum eina avbjóðing, ið vit mugu loysa í felag. Kvinnur og menn og øll tey ímillum.
Tí skipar Javnstøðunevndin saman við Norðurlandahúsinum og Fróðskaparsetrinum fyri einum VITSKU-tiltaki við kynsgranskarunum Kenneth Reinicke og Firouz Gaini, har evnið er menn og javnstøða. Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum. Altjóða Mannfólkadagin sunnudagin 19. november.
Skráin er í tveimum pørtum:
Kl. 14 verður dokumentarfilmurin "The Mask You Live In" eftir Jennifer Siebel Newsom sýndur
Kl. 16 byrjar VITSKU-tiltakið við fyrilestrum og kjaki
Ólavur Ellefsen, formaður í Javnstøðunevndini, setir VITSKU-tiltakið kl 16. Fyrra fyrilesturin heldur Firouz Gaini, lektari í antropologi og samfelagsvísindum, og verður hann um mannfólkaleiklutin í føroyskum konteksti. Síðandi heldur Kenneth Reinicke, lektari á RUC, fyrilestur um leiklutin hjá monnum í dag – m.a. í kjalarvørrinum av #metoo rørsluni. Aftaná verður høvi at seta spurningar og kjakast. Tiltakið endar kl. 17.45.
Tiltakið Altjóða Mannfólkadagin er ókeypis og fyri øll áhugað - bæði kvinnur og menn.
Altjóða Mannfólkadagur í fleiri enn 60 londum
Altjóða Mannfólkadagurin verður á hvørjum ári hildin í fleiri enn 60 londum. Í ár er fyrstu ferð, at skipað verður fyri tiltaki hendan dagin í Føroyum.
Endamálið hjá Altjóða Mannfólkadegnum er millum annað at varpa ljós á heilsu hjá monnum og dreingjum, at betra viðurskiftini millum kynini, fremja javnrættindindi og at varpa ljós á jaligar mannfólkafyrimyndir. Dagurin er samstundis eitt høvi hjá monnum at hátíðarhalda teirra úrslit og ávirkan, serliga teirra ávirkan á samfelag, familju, hjúnalag og barnauppaling samstundis sum gjørt verður vart við mismunin, teir eru úti fyri.
Evnið í 2017 er Heiðran av monnum og dreingjum - fyri teirra positivu ávirkan á teirra nærmastu, familju og vinir, á arbeiðsplássið og samfelagið, á teirra land og á heimin.
Sambært heimasíðuni hjá Altjóða Mannfólkadegnum eru mannfólk í dag undir stórum trýsti og mismuni.
Vit vita, at heilsan hjá monnum er verri enn hjá kvinnum í nærum øllum pørtum av heiminum. Nýggj tøl frá heimsheilsustovninum (WHO) vísa, at heimsumfatandi var væntaða livitíðin í 2015 69 ár hjá monnum mótvegis 74 ár hjá kvinnum. Kvinnur kring heimin liva í miðal 5 ár longri enn menn.
Vit vita, at meiri enn 95% av deyðiligum arbeiðsvanlukkum raka menn og at 99% av falnum í kríggi eru menn.
Vit vita eisini, at í nærum øllum heimsins londum eru sjálvmorðstølini verri hjá monnum enn kvinnum, og í miðal eru tølini upp í tríggjar ferðir hægri hjá monnum. Í Russlandi eru tað 6 menn fyri hvørja 1 kvinnu.
Tey flestu vita, at menn eru verri stillaðir familjurættarliga í flestu londum og í vesturheiminum klára menn og dreingir seg verri í skúlum og hægri lærustovnum.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...