Annika Sølvará
25.05.2007
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Magni Laksáfoss - frá gransking til landsstýri

Nýggi landsstýrismaðurin í fíggjarmálum er í gongd við eina Ph,D. verkætlan innan búskaparfrøði og skuldi eftir ætlan verða liðugur við hana í 2007. Tann freistin verður fyribils útsett.


Magni Laksáfoss, búskaparfrøðingur, hevur seinastu árini verið eksternur granskari á Søgu- og Samfelagdeildini á Fróðskaparsetrinum, har hann hevur granskað í føroyskum búskapi. Hann hevur eisini undirvíst í skeiðnum "Nýggjari føroysk søga og samfelagslýsing", ið er partur av Stjórnmálafrøðináminum hjá Søgu- og Samfelagsdeildini. Her hevur hann saman við Jóan Paula Joensen, rektara, undirvíst í búskaparsøgu.

Í almenninginum hevur Magni Laksáfoss verið eyðkendur við sínum avbjóðandi lýsingum av føroyska samfelagsbúskapinum, millum annað frá sínum sessi í Búskaparráði Føroya.

Fróðskaparsetur Føroya ynskir Magna Laksáfoss góðan byr í nýggja, krevjandi starvinum sum Fíggjarmálaráðharri.