Johan Ísak Suni Hansen
02.10.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Skriva út
Magni Mohr heldur professarafyrilestur
Í sambandi við professaratilnevningina fyrr í ár heldur Magni Mohr fyrilestur.
1. apríl varð Magni Mohr framfluttur í professarastarv í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya. Sum siður er, heldur hann í tí sambandinum professarafyrilestur.
Fyrilesturin hevur heitið "The impact of high intensity intermittent exercise – from muscle to man" og verður hildin í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum týsdagin 8. oktober klokkan 15.00. Fyrilesturin, sum verður hildin á enskum, er almennur, og øll eru hjartaliga vælkomin. Aftan á fyrilesturin bjóðar Setrið ábit.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...