Magni Mohr og Fróðskaparsetur Føroya við á stórum altjóða ráðstevnum í Danmark og USA
Magni Mohr hevur í mai mánað luttikið og lagt nýggj granskingarúrslit fram á tveimum stórum altjóða vísindaligum ráðstevnum. Kanningarnar eru m.a. framdar á Fróðskaparsetri Føroya.
Dagarnar 20. - 23. mai var World Congress of Science in Football; WCSF hildin í DGI-býnum í Keypmannahavn. Ráðstevnan varð samskipað av Københavns Universitet. Talan er um eina heimsráðstevnu í fótbóltsvísindum, sum verður hildin 4. hvørt ár. Ráðstevnan var á fyrsta sinni hildin í Liverpool í 1987 og fyri fýra árum síðani í Nagoya í Japan.
Umleið 600 granskarar úr øllum heiminum tóku lut í heimsráðstevnuni í ár. Magni Mohr helt eina av teimum 8 høvuðsfyrilestrunum um kropsliga venjing í fótbólti og stóð á odda fyri tveimum workshoppum. Onnur var um einsærisvenjing í fótbólti, har Magni Mohr saman við fyrrverandi kropsliga venjaranum hjá Manchester United, Marcello Iaia (University of Milano, Italia), løgdu sínar royndir fram við tveimum av toppliðunum (Chelsea og Manchester United) úr ensku Premier League. Hin workshoppin var um kropsliga testing og planlegging í fótbólti, har Magni Mohr saman við enska granskaranum Barry Drust (Liverpool John Moors University), sum eisini arbeiðir við enska A-landsliðinum, legði fram. Dentur var í báðum workshoppum lagdur á leiklutin hjá vísindunum í toppfótbólti í dag.
Dagin fyri heimsráðstevnuna skipaði danska fótbóltssambandið fyri ein praktiskum degi (Soccer and Science Seminar) fyri fótbóltsvenjarar, har Magni Mohr saman við fýra øðrum altjóða serfrøðingum høvdu venjingar (sí innihald og frágreiðing her). Fleiri enn 100 luttakarar úr øllum heiminum tóku lut. Her síggjast leinki til danska og norska grein um dagin:
- http://videnskab.dk/krop-sundhed/topforskere-skaber-bedre-fodboldtraening
- http://forskning.no/menneskekroppen-fotball/2015/05/toppforskere-skaper-bedre-fotballtrening
Magni Mohr legði eisini fram á árligu amerikansku ítróttarfysiologisku ráðstevnuni American College of Sports Medicine (ACSM), sum var hildin í San Diego, USA dagarnar 26. -30. mai. ACSM er heimsins størsta ítróttarmedisinska ráðstevna, sum hevur verið hildin á hvørjum ári seinastu 62 árini.
Magni Mohr legði nýggi úrslit fram frá føroysku SOS-kanningini, sum Granskingarráðið stuðlaði (www.gransking.fo), har spennandi úrslit um ymiskar fysiologiskar tillagingar í arm- og beinvøddum aftan á ymisk sløg av kropsligari venjing vóru víst. Úrslitini vísa, at vøddar í yvirkroppinum hava eitt annað fysiologiskt tillagingarmynstur enn beinvøddar. Júst hesi úrslit komu eisini alment út í vísindaligari grein í høgt metta tíðarritinum Journal of Applied Physiology í seinstu viku.
Heitið á greinini er: “Oxidative capacity and glycogen content increase more in arm than leg muscle in sedentary women after intense training”. Rithøvundar eru: Nordsborg NB, Connolly L, Weihe P, Iuliano E, Krustrup P, Saltin B, Mohr M. J Appl Physiol (1985). 2015 May 28:jap.00101.2015. doi: 10.1152/japplphysiol.00101.2015. [Epub ahead of print]
Samandráttur av greinini kann lesast her
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...