MagniM.jpg
27.03.2019
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Magni Mohr professari á Fróðskaparsetrinum

Magni Mohr verður tilnevndur professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi á Fróðskaparsetri Føroya 1. apríl.

Magni Mohr, sum er 45 ára gamal og uppvaksin í Vági, er altjóða viðurkendur granskari í humanfysiologi og hevur skrivað fleiri enn 100 vísindaligar greinir í sterkum altjóða tíðarritum. Hann er mettur sum ein av heimsins førandi granskarum í vøddafysiologi undir hørðum intervalarbeiði við serstøkum atliti til úrvalsfótbólt.

Magni Mohr granskar fyrst og fremst í vøddamøði undir kropsligum arbeiði, umframt í fysiologiskum krøvum og venjing í úrvalsfótbólti og liðítróttum. Hann granskar eisini breitt í heilsuárinum av fótbóltsvenjing og øðrum intensum intervalítróttargreinum.

Magni Mohr er ph.d. í Human Fysiologi frá Københavns Universitet, har hann arbeiddi sum granskari og undirvísari í meira en 10 ár. Í 2011 fór Magni í starv á Exeter University í Suðurenglandi sum Senior Research Fellow, har hann var í starvi fram til summarið 2014, tá hann gjørdist lektari á Fróðskaparsetrinum. Eisini hevur hann verið gestagranskari á Göteborgs Universitet frá 2013-2019. Magni hevur síðan 2016 røkt uppgávuna sum leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking og hevur virkað sum dekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi síðan 2017. Magni Mohr hevur eisini verið formaður í Fólkaheilsuráðnum seinastu trý árini. Magni Mohr varð fyri góðum mánaði síðan tilnevndur professari á Syddansk Universitet, har hann nú er gestaprofessari.

Umframt sítt akademiska arbeiði hevur Magni Mohr verið vísindaligur ráðgevi og kropsligur venjari hjá fleiri stórum útlendskum fótbóltsliðum, t.d. í ensku Premier League, italsku Seriu A og seinast í sponsku La Liga. Í 2002 var Magni Mohr kropsligur venjari á danska fótbóltslandsliðnum í sambandi við HM-kappingina í Japan og Korea, og í løtuni er hann knýttur at fótbóltslandsliðnum hjá Kamerun, sum júst hevur spælt seg til afrikanska endaspælið Cup of African Nations.

Magni Mohr hevur skrivað fleiri bøkur um fysiologi og kropsliga venjing, sum m.a. vera nýttar á venjaraútbúgvingum í fleiri londum. Magni hevur verið FIFA-instruktørur síðan 2002 og undirvísir í kropsligari venjing á P-licence-útbúgvingum kring heimin.