Mál byggir tjóðir
11.04.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Mál byggir tjóðir

Nýtt greinasavn um norskt, føroyskt og íslendskt mál.


Sambandið millum málfrøði og tjóðarbygging er eitt av evnunum, sum verður viðgjørt í nýggjum greinasavni um norskt, føroyskt og íslendskt mál. Savnið, sum Gunnstein Akselberg og Edit Bugge hava ritstjórnað og sum “Fróðskapur” gevur út,  eitur  Vestnordisk språkkontakt gjennom 1200 år.

Í savninum eru 17 vísindaligar greinir, sum viðgera ymisk viðurskifti og sambond millum vesturnorðurlendsku málini, bæði úr søguligum og úr samtíðarligum sjónarhorni.

Íkastið úr Føroyum eru greinir eftir 3 granskarar á Føroyamálsdeildini: Turið Sigurðardóttir viðger serligu avbjóðingarnar, ið standast av at týða  millum nær skyld mál og teir mentanarpolitisku samanbrestir, sum útgávan av eini  barnabók í føroyskari týðing elvdi til  í 1914. Anfinnur Johansen greiðir frá søguni hjá norrønu nøvnunum í føroyskari navnagávu, úr víkingaøld  til í dag og Jógvan í Lon Jacobsen skrivar um tað at tosa málføri í einum lítlum málsamfelag.

Umrøða av greinasavninum í “Bergens Tidende” 26.3 í pdf.