Málamót gevur margfeldi
Í døgunum 14-16 mars varð hildin ráðstevnan Rom for språk. Ráðstevnan var á universitetinum í Bergen. Hetta er í samband við málárið, sum hildið er í Noregi.
Hjalmar P. Petersen, dr. phil. varð boðin yvir at halda ein fyrilestur um tvímæli. Heitið á fyrilestri hansara var Bilingualism connected to close related languages, og her tosaði hann um prosessir og úrslit av tvímælisstøðuni, sum er í Føroyum.
Við at nýta millum annað 4-M frymilin hjá Myers-Scotton og Jake, vísti Hjalmar á, hvat verður nýtt nær hjá tí tvímælta. Víst var á, at tann tvímælti ikki hevur atgongd til øll morfem í málinum samstundis, tá ið tosað verður, og at hetta sæst aftur í koduskifti og athalli. Tó vísir tað seg, tá ið talan er um tey føroysku og donsku dømini, at har tað ikki ber til at hava koduskifti, har ber til at hava athall, sum det var ben hos mennesker ella soleiðis er tað, eg keypur, og hann fær pengarnar. Tað fyrra dømið er frá føroyskum-donskum, tað seinna frá dana, sum tosar føroyskt. Við at nýta ‘the Differential Access Hypothesis, 4-M frymilin og hugmyndina um, at teingiliðurin (sum summi kallað CP) er tvímæltur, eydnast tað at greiða frá teimum dømum, sum finnast í teirri føroysku-donsku tvímælisstøðuni.
Eisini varð víst, at føroyskt ikki bara er tapari í málamótsstøðuni, men at vit hava øking av variatión, sum tá ið tað ber til at hava 'hvaðan ert tú?', 'hvaðan ert tú frá?' og eisini 'hvaðanfrá ert tú?' og 'hvar er tú frá?' og 'hvarfrá ert tú?'. Málamótið við danskt hevur sostatt ført við sær eina støðu, har vit hava athall, men eisini margfeldi.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...