Malan Marnersdóttir 60
Turið Sigurðardóttir, dekanur á Føroyamálsdeildini, helt hesa røðuna fyri Maluni, tá ið heiðursrit til hennara varð lagt fram á samkomu í Listaskálanum leygardagin.
Góðu fundarfólk og góða Malan
Vit fagna tær í dag Malan, tí at álmanakkin ber tey ótrúligu tíðindini, at tú rundar tey seksti. Tað gevur okkum eitt kærkomið høvi til at heiðra teg. Og tað vilja vit sum vinir og starvsfelagar fegin. Tað er ikki bara tað, at av teimum 6 ferðir 10 árunum, sum tú nú hevur lagt afturum, hevur tú starvast næstan 3 ferðir 10 ár á Fróðskaparsetrinum. Næstan helvtina av lívinum. Men harumframt kemur, at tú hevur verið tann, sum tú hevur verið og avrikað tað, sum tú hevur avrikað.
Tað ber ikki til at nevna alt. Men tey, sum sókna til Fróðskaparsetrið og eru góð við Setrið – og hvør er ikki tað – vita, at nógv er hent hesi seinastu 30 ár.
Í 1983 kom Malan í tað fjórða granskingarstarvið, ið sett varð á Føroyamálsdeildini. Í einum teirra hevur sitið og situr Eivind Weyhe, og í hinum báðum størvunum sótu tá Jóhan Hendrik W. Poulsen og Mortan Nolsøe.
Tey átjan árini, frá Føroyamálsdeildin varð stovnað og til 1983, vaks talið av granskarum á deildini úr einum upp í fýra. Og tey 29 árini, frá tí at Malan kom í 1983 og til í dag, er talið eisini vaksið við trimum ella fýra, so at nú eru millum sjey og átta granskarastørv á deildini. Skrivstovufólk og granskingarhjálparar hava eisini økt um starvsfólaktalið og starvsorkuna.
Alt hevur hetta gjørt, at vøkstur hevur verið í talinum á studentum, sum hava tikið prógv og nøgdini av granskingarúrslitum: greinum, orðabókum, bókmentafrøðiligum ritum og øðrum útgávum, ið hava sæð dagsljósið.
Tað akademiska samstarvið við onnur universitet í Norðurlondum, í enskmæltum og týskmæltum londum hevur í hesum tíðarskeiðinum verið lívligt.
Nógv hevur eydnast og borið til, hóast tað hava verið løtur, tá ið tað tóktist at standa í botni, tá ið fíggjarorkan var dvínandi, segl vórðu repað og útlitini grá. Men hyggja vit at heildini, so er myndin ikki døkk.
Malan hevur verið dyggur partur av øllum hesum og av tí, sum gjørdi, at tað hevur eydnast. Hevur ongantíð verið tann, sum andøvdi, tá ið talan var um at stíga fremri, at taka studentar upp oftari, at gera námið fjølbroyttari við at taka nýggj evnir inn, at bjóða føroysknám á hægsta stigi – og sjálv uppstiga seg til dr.phil. At falla í fátt ella sættast við status quo í einari vána støðu er ikki eftir hennara lyndi. Hon hevur við sínum ágrýtni, áræði og dirvi verið ein stór inspirasjón á sínum arbeiðsplássi. Malan hevur sitið í flestum leiðandi størvum á Fróðskaparsetrinum gjøgnum tíðina. Júst nú hevur hon tikið ein nýggjan leiklut á seg og verður frá 1. mars fyrsti dekanur á tí nýggju megindeildini fyri Hugvísindi, samfelags- og námsvísindi. Har ynskja vit Maluni stúvandi byr og vænta, at starv hennara verður til stóran frama fyri Fróðskaparsetrið.
Malan plagar at siga, almannakunngering - á prenti ella í øðrum formi - er ein integreraður partur av granskingini. At granska uttan at lata úrslitini koma fram í ljósið, geva øðrum lut í teimum og birta upp undir orðaskifti - tað er eingin gongd leið. Tað er at liggja oman á gullinum.
Malan gav fyrstu bók sína út í 1985, og nýggjasta bókaútgáva hennara er frá 2011. Millum ta fyrstu, t.e. Kvinnurøddir, og ta nýggjastu, Føroyska bókmentasøgu 1, sum vit báðar Malan skrivaðu í felag, liggur ein ørgrynna av bókum, greinum, ritgerðum og ummælum um ein repil av bókmentafrøðiligum og bókmentasøguligum evnum.
Tá ið vit hyggja at hesum verkum í heild, so ber til at síggja nakrar gjøgnumgangandi linjur í ritverkinum. Tær fyrstu bøkurnar og greinirnar hava kvinnusøguligt sjónarhorn. Fyrstu føroysku kvinnur, ið komu út á prenti - Sannulena Patursson, Sigrið Niclasen, Billa Hansen, Andrea í Norðradali, Maria Mikkelsen, Jóhanna Maria Skylv Hansen - tær verða lyftar fram í dagin í fyrstu bókunum hjá Maluni. Tað hevur harumframt verið eitt varandi áhugamál hjá Maluni at síggja bókmentirnar sum ein serligan miðil í samfelagnum og hyggja at søguligu støðu teirra sum slíkum. Frásagnarlist granskar Malan í doktararitgerð síni út frá hugtakinum um millumtekstleika; serstakliga út frá franska teoretikaranum á hesum økinum, Genette; køn sum hon er í fronskum, granskaði hon hann á upprunamálinum og breyt har upp úr nýggjum í norðurlendskum høpi. Tað sæst aftur í t.d., at grein hjá Maluni um millumtekstleika er prentað í nýggjari danskari bókmentafrøðiligari grundbók um nútíðar ástøði og háttaløg í bókmentagransking.
Vit tosa um altjóða universitet, og alneyðugt er at rógva á tann bógvin. Men hinvegin so er vísindaliga grundað gransking og undirvísing í sær sjálvum altjóðalig. Hava úrslitini og próvgrundirnar bara staðbundið gildi, so er ikki talan um nútíðar vísindi men okkurt annað. Malan hevur í sínum arbeiði knýtt Føroyamálsdeildina tættari at vísindastovnum, systurstovnum, víða um, m.a. við at undirvísa, taka lut í ráðstevnum, útgávum og metingarnevndum í Norðurlondum eins væl og Evropa og Amerika. Fyri arbeiðspláss hennara hevur tað týdning, sum illa ber til at viga og meta.
At heiðranin í dag er í Listaskálanum sigur nakað um breiddina í tí, sum upptekur Maluna og sum hon hevur avrikað og støðugt avrikar.
Á hesum heiðursdegi bera vinir og starvsfelagar burturi og heima fram eina bók til Maluna, eina bók við greinum, sum eru skrivaðar til hetta høvið og í fjølbroytni spegla hennara víðfevnda virkisøki: bókmentir, skaldskap, myndlist. – Bókin eitur MALUNARMÓT. Hugsanin handan heitið er, at tað at møtast, finnast á fundi andliga og intellektuelt til orðaskifti, til dialog, er avgerandi fyri intellektuellan vøkstur, fyri livandi vísindi.
Eg vil hervið handa Maluni heiðursritið við tøkk fyri hennara íkast til ta føroysku vísindaligu samrøðuna og við øllum góðum kvøðum og framtíðarynskjum.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...