Malan Marnersdóttir fyrilestur í Montréal
Mánadagin tann 25. september helt Malan Marnersdóttir fyrilesturin “Les Îles Féroé et la littérature” fyri lesandi í røðini “L’imaginaire du Nord” (ávikavist Føroyar og bókmentirnar og Hugmyndir um norður).
Hetta er skeið, sum Daniel Chartier professari skipar fyri á Québec-universitetinum í Montréal. Til fyrilesturin høvdu teir 60 studentarnir lisið søgnina um kópakonuna, brot úr skaldsøgunum Barbara og Den sorte gryde, stuttsøguna “Malvinius og teir” og yrkingar eftir Guðrið Helmsdal, Steinbjørn B. Jacobsen, Róa Patursson og Carl Jóhan Jensen í franskari týðing. Seinni í heyst eru bæði fyrilestur um Norra og norskar bókmentir og grønlendski rithøvundurin Nivi Korneliussen vitjar skeiðið.
Í kanadiska landspartinum Québec er almenna málið franskt. Québec-franskt er í høvuðsheitum sum franskt í Fraklandi. Tó eru nøkur sermerki, eitt nú eru fronsku navnorðaformarnir øktir, soleiðis at –e verður skoytt upp í orð sum “professeur” fyri at vísa at talan er um eina kvinnu, “professeure”.
Fleiri upplýsingar um skeiðið le programme de ce cycle de conférences HER
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...