22.07.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Malan Marnersdóttir í stýrið fyri Ilisimatusarfik

– Hetta er ein álitisváttan og ein uppgáva, sum eg gleði meg til, sigur nýggi stýrislimurin


Malan Marnersdóttir, professari við Fróðskaparsetur Føroya, er tilnevnd stýrislimur í stýrinum fyri Ilisimatusarfik, universitetið í Grønlandi. Sambært galdandi lóg skal stýrið mannast við 11 fólkum, og av teimum skulu seks vera uttaneftir.

Stýrið skal røkja áhugamálini hjá Ilisimatusarfik sum útbúgvingar- og granskingarstovni, og hevur mótvegis landsstýrinum ábyrgd av virkseminum, her uppií umsitingini av fíggjar-orkuni. Grundað á kunnleika um Grønland og arktisk viðurskifti, royndir og innlit í leiðslu, gransking og útbúgving eins miðlan og útveksling av vitan skal samlaða stýrið gera sítt til at menna Ilisimatusarfik.

Tað er grønlendska landsstýrið, ið tilnevnir útlendsku stýrislimirnar eftir tilmæli frá Ililsimatusarfik. Tilnevningarnar eru grundaðar á fakligar og persónligar førleikar og á royndir við at menna fyritøkur, granskingar- og útbúgvingarumhvørvi.

Tað er ikki burtur úr ongum, at Ilisimatusarfik hevur innstillað Maluna. Hon hevur fleiri ferðir verið á grønlendska universitetinum, har hon hevur undirvíst og tikið lut í ráðstevnum.

– Hetta er ein álitisváttan og ein uppgáva, sum eg gleði meg til, sigur Malan Marnersdóttir, ið longu frammanundan hevur Grønland á ferðaskránni, tí í september-oktober skal hon til Nuuk í undirvísingarørindum.

Malan Marnersdóttir, sum var tilnevnd professari í bókmentum í 2004, hevur starvast á Setrinum síðani 1983. Hon hevur røkt fleiri álitisstørv, eitt nú var hon rektari árini 1998-2004. Stýrislimirnir fyri Ilisimatusarfik sita í fýra ár.