Málfrøði og list - Frændafundur 8 útkomin
14.03.2016
Føroyamálsdeildin Fróðskapur
Skriva út

Málfrøði og list - Frændafundur 8 útkomin

Fróðskapur hevur útgivið Frændafund 8 við greinum frá ráðstevnuni hjá føroysk-íslendska granskingarsamstarvinum, sum var í Føroyum í 2013. Greinarnar eru um íslendsk og føroysk evnir og byggja á fyrilestrar á ráðstevnuni.


Størsti evnisbólkurin er málfrøðiligar greinar.

Av teimum eru fýra, ið bera saman ymiskar tættir av føroyskum og íslendskum. Tvær greinar eru um íslendskt og føroyskt sum móðurmál í skúlanum. Tvær greinar viðgera nám í íslendskum sum fremmandamáli, og ein triðja er um byrjanarnám í donskum í Háskóla Íslands. Tvær greinar kanna hugburð hjá næmingum í Føroyum og Íslandi til tær ymisku lærugreinarnar.Ein er, sum greinir broyting í máltøku hjá føroyskum børnum, ein onnur grein viðger málið í Hetlandi út frá orðabók J. Jakobsens. Í einari grein verður hugt at, í hvønn mun vesturnorrøn mál hava verið námsevni við universitet í Noregi. Málreinsing í føroyskum frøðimáli er til viðgerðar í einari grein.Tann seinasta av greinunum, ið nerta málfrøði, er ein lýsing av tí nýggja náminum við Háskóla Íslands í “talimeinafrøði” ella “logopedi”.

Fýra greinar fáast við ymiskar lista- og handverksgreinar.

Av teimum er ein, ið kannar menningina í íslendskari filmsgerð frá at vera tjóðarlig til at vera tvørtjóðalig og at enda altjóðalig. Virksemið hjá íslendska listamanninum Níels Hafstein og ávirkanin, sum hann hevur havt, er evnið í einari grein. Ein grein viðger myndabøkurnar um skrímslini eftir Rakel Helmsdal o.o. í undirvísingarhøpi, og at enda verður hugt at føroyskari bindimentan í grein, sum skoðar tað sjálvsagda og ósagda í frásjón. 

Turið Sigurðardóttir og María Garðarsdóttir eru ritstjórar. Bókin er 390 blaðsíður og kostar 290 kr.


Frændafundur 7, sum kom út 2012, er atkomuligur á hugvis.hi.is. Innihaldsyvirlit yvir tær eldru útgávurnar er her