Málmaðurin 3 komin út
Triðja og fyribils seinasta bókin í røðini Málmaðurin í útvarpinum er nú komin. Hon hevur undirheitið Og so nøkur hornaspørk og er 197 síður til støddar.
Her kanst tú m.a. lesa um, hví tað er meiningsleyst at tosa um hampafólk sum ein sosialan bólk – her verður ikki hugsað um tey, sum taka undir við at gera tað lógligt at nýta evnið hamp (cannabis) í Føroyum.
Hetta var triði veturin, undirritaði hevði tann heiður at svara spurningum frá lurtarum í útvarpinum. Eins og tær undanfarnu bøkurnar vendir henda sær til øll máláhugað fólk. Hon er ikki løgd til rættis sum serlig lærubók, men hon viðger spurningar, sum næmingar á miðnámsskúlum og studentar, sum lesa føroyskt á Fróðskaparsetrinum, kunnu fáa gagn av, tá ið ræður um t.d. samfelagsmálvísindi, málrøkt og málpolitikk.
Umframt tey málprátini, sum vit høvdu veturin 2010-2011, eru nakrir stubbar frá vetrinum 2011-2012 tiknir við her. Tá ið vetrarskráin hjá útvarpinum fyri 2011-2012 varð løgd til rættis, vildi útvarpið fáa fleiri málfrøðingar við. Og eg havi so valt at taka teir spurningarnar, sum eg svaraði, við í hesa bókina. Inngangurin eru hugleiðingar um mályrkið. Eg havi valt at kalla inngangin fyri mál sum vísindi og mentan. Í endanum er ein stubbi um orðið kvíggjevni og ein samandráttur av einum fyrilestri, sum eg helt í Bergen í oktober 2012 undir heitinum variatión í nútíðarføroyskum. Harumframt eru nakrir málstubbar tiknir við, sum vóru í útvarpinum í seinna parti av 1990’unum. Aftast í bókini er eitt evnisyvirlit fyri allar tríggjar Málmenninar, so til ber at finna á, hvar ymisk orð og málfrøðilig fyribrigdi verða viðgjørd í hesum trimum bókunum.
Útgevari er forlagið Sprotin.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...