Málnevndin verður avloyst av einum nýggjum málráði
04.12.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Málnevndin verður avloyst av einum nýggjum málráði

Um ársskiftið 2012-2013 fer Føroyska málnevndin í søguna, og avloysarin verður eitt føroyskt málráð, sum tekur við 1. januar 2013.


Føroyska málnevndin hevur havt sín seinasta fund. Hann varð hildin tann 3. desember í 2012.

Málnevndin varð stovnað í 1985 við tí høvuðsendamáli at savna og skráseta nýkomin føroysk orð og vera til hjálpar at velja og evna til nýggj orð og hava eyguni eftir málspillum og royna at forða fyri, at tær festast, sum sagt verður.

Tað nýggja málráðið verður størri enn málnevndin var og fær ein øðrvísi bygnað enn málnevndin hevði og eisini størri heimildir. Málráðið verður mannað við einum umboðsráði og einari starvsnevnd. Umboðsráðið verður mannað við 11 fólkum, og so verður ein starvsnevnd vald við 5 fólkum.

Ein av uppgávunum hjá tí nýggja málráðnum verður at ritstjórna eini føroyskari rættskrivingarorðabók. Tað er stórur tørvur á eini rættskrivingarorðabók, sum verður evsti myndugleiki í rættskrivingarspurningum. Tørvurin á eini slíkari orðabók er vaksin nógv tey seinnu árini, av tí at so nógvar orðabøkur eru komnar á marknaðin. Ofta nýta orðabøkurnar ymiskar stavsetingar, og tað er óheppið, tí at stavsetingin eigur at verða eins í so stóran mun sum til ber.

Vit hava brúk fyri øllum góðum kreftum at menna føroyskt mál, nú ávirkanin úr enskum ongantíð hevur hevur størri enn júst nú.

Fari at ynskja málráðum alt tað besta og vil samstundis takka málnevndini fyri dygdargott arbeiði.

Jógvan í Lon Jacobsen, formaður fyri Føroysku málnevndina