Málpolitikkur fyri Fróðskaparsetrið settur í verk
Endamálið við málpolitikkinum er tryggja dygdargóða málnýtslu á Fróðskaparsetrinum og serliga at tryggja, at føroyskt verður brúkt og ment í undirvísing og gransking.
Í málpolitikkinum eru bæði yvirskipaðar ásetingar og ítøkiligar orðingar um íverksetan. Meginreglan er, at skrivaða og talaða málið á Fróðskaparsetrinum er føroyskt, bæði í undirvísing, gransking og fyrisiting.
Samstundis er Fróðskaparsetrið partur av altjóða vísindasamfelagnum, har luttikið verður í mongum samstørvum á fremmandum máli, serliga enskum.
Fróðskaparsetrið fær harumframt í dagliga virki sínum ágóða av førleikum og royndum hjá dugnaligum fólki, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál, og málpolitikkurin tekur hædd fyri hesum.
Endamálið er bæði stuðla føroyskum máli og altjóða virkseminum hjá Fróðskaparsetrinum, har høvuðsmálini eru norðurlendskt og enskt.
Í málpolitikkinum er áseting um eina innanseturs málnevnd við umboðum frá hvørjari deild, úr fyrisitingini og fyri lesandi. Nevndin skal geva leiðslu og øðrum starvsfólki á Setrinum ráð, koma við uppskotum, fylgja við og eftirmeta málpolitikkin.
Lesið málpolitikkin her.
Lesið eisini tíðargrein hjá Bergi D. Hansen, dekani á Føroyamálsdeildini, um málpolitikkin (frá 10. juli 2020) her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...