Lena Reinert
14.07.2008
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Málráðstevna 8.-16. august 2008

NLVN-málráðstevna verður hildin dagarnar 8.-16. august 2008 í Havn. Evnið á ráðstevnuni er feltarbeiði, og tá ið sjálv ráðstevnan er liðug, verður farið undir sjálvt feltarbeiðið kring landið.


Ráðstevnumálið er enskt. Hetta er ein sonevnd NLVN-ráðstevna (Nordic Language Variation Network). Fyrilestrarnir verða hildir í Starvsmannafelagshúsinum, J.H. Schrøtersgøtu 9.

Umleið 30 útlendskir luttakarar vera við.


Les meira á heimasíðuni nlvn.uit.no