Skriva út

Málsligur økismissur?

Málsligur økismissur nevnir Jógvan í Lon hetta, at á parti av starvsfólkadegnum varð enskt mál nýtt til tess, at útlendsk starvsfólk kundu luttaka.


Spurningurin, ið Jógvan tekur upp, er viðkomandi og áhugaverdur. Ein fær tó ta fatan, at alt tiltakið var á enskum, - hetta er ikki rætt. Tiltakið varð skipað við framløgum fyrrapart, har einans føroyskt mál bleiv nýtt. Seinnapartsskráin snúði seg, í einum fyrilestri,um alheimsgerð av universitetsheiminum og síðani kjak um ymiskar avbjóðingar, ið Setrið hevur fyri framman. Fyri at okkaru útlendsku granskarar kundu luttaka, varð enska málið eisini tikið í nýtslu.

Endamálið er sjálvandi ikki at sløkkja føroysku kontaktina, tilveran er ikki altíð svørt–hvít. Ber ikki til hjá móttakaranum, at hava tvær kontaktir? Ella heldur Jógvan at fleiri okkara ikki kunnu luttaka, um nú enskt eisini verður nýtt?

At Jógvan ger hetta tiltakið til ein spurning, um hvørja støðu føroyskt skal hava á Fróðskaparsetri Føroya, haldi eg kanska er at skjóta spurvar við kanónum, sum Jógvan sjálvur spyr. Tað er púra rætt, at eg,áðrenn tiltakið, skuldi havt tikið spurningin upp,um hvussu allir okkara arbeiðsfelagir kundu luttaka og skilji eg væl at hetta kom óvart. Vit kunnu tó eisini seta spurningin, hvat vit gera fyri at stuðla undir, at starvsfólk úr øðrum londum læra føroyskt mál, tá tey velja at leggja part av síni lívsleið her hjá okkum. Um vit vilja menna eitt sterkt føroyskt universitet, so er sannlíkt at liðið av vísindafólkum og lesandi úr øðrum londum fjølgast. At stovnurin setir sær fyri, at orða ein málpolitikk taki eg fult undir við.


Sigurð í Jákupsstovu
rektari