11.11.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Málstovan flutt

Málstovan hjá Málráðnum er flutt í onnur høli. Nýggi bústaðurin er Handan Á 5.


Samstundis hevur Málráðið fingið nýggja heimasíðu, sum er at finna á www.malrad.fo

Frá tí at Føroyska málnevndin varð stovnað í 1985, hevur hon havt skrivstovu sína í hølum á Føroyamálsdeildini. Tá ið Málráðið tók við í 2013 gjørdist tó skjótt greitt, at tørvur var á rúmsáttari umstøðum við tí økta virksemi, sum nú fór at verða. Tí er avtala gjørd við Fróðskaparsetrið, at Málráðið leigar tvær skrivstovur á loftinum í Reinshúsi, sum er beint við Føroyamálsdeildina.

Málstovan er umsitingin hjá Málráðnum. Málstovan veitir bæði stovnum og almenningi málsliga hjálp og vegleiðing í sambandi við spurningar um føroyskt mál. Heimasíðan er ein pallur aftrat at røkka endamálinum at veita málsliga vegleiðing. Ætlanin er, at heimasíðan sum frá líður skal gerast virknari við tíðindum og øðrum aktuellum tilfari.

malrad(at)malrad.fo veitir málsliga vegleiðing umvegis t-post. Á heimasíðuni www.malrad.fo ber til at finna málsliga vegleiðing í t.d. orðalistum, navnalistum og øðrum upplýsandi tilfari, og málsligir spurningar verða framvegis svaraðir á tlf. 31.2397.

Starvsfólk á Málstovuni eru: Marius Staksberg, skrivari, marius(at)malrad.fo, og Kristin M. Magnussen, málfrøðingur, kristin(at)malrad.fo