Mannarættindi á tímatalvuni
Amerikanski professarin í lóg, Frederick Schauer, undirvísti mikudagin 9. juni løgfrøðilesandi á Søgu- og samfelagsdeildini um mannarættindi sum partur av føroyskum stjórnarskipanarætti I
Schauer greiddi m.a. frá um munin á rættindunum, sum hesi eru skrivað, og sum hesi eru í veruleikanum. Hann greiddi frá, hvussu mentan hevur stóran týdning fyri, hvussu rættindi í veruleikanum verða tulkað. Eitt nú kunnu søgulig og politisk viðurskifti verða týðandi. T.d. er tolsemið av søguligum grundum minni mótvegis haturstalu í Týsklandi enn í USA.
Umframt mentan og politiska søgu hevur eisini neyvleikin í mannarættindaskjølum, og hvussu trupul ella løtt viðkomandi stjórnarskipan er at broyta, týdning fyri, hvussu mannarættindi verða tulkað, og hvat stig av frælsi, ið dómstólarnir loyva sær í tulking.
Lesið annars eisini um evnisdagin, sum verður á Søgu- og samfelagsdeildini fríggjadagin í sambandi við vitjanina hjá Schauer á Fróðskaparsetrinum, her.
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...