Maria Skaalum Petersen nýggjur leiðari í Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking
Fróðskaparsetur Føroya (FF), Landssjúkrahúsið (LS) og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DfAA) undirskrivaðu í 2014 samstarvsavtalur. Avtalurnar hava millum annað til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.
Tá Sjúkrakassaskipanin var avtikin, varð avlopspeningur settur í grunn, nevndur
Sjúkrakassagrunnurin, ið hevur til endamáls at menna heilsuøkið í Føroyum.
Ein partur av samstarvinum millum omanfyri standandi stovnar er Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking sum byrjaði sítt virksemi í 2016.
Verulig ferð er nú komin á heilsugransking í Føroyum, og í 2018 komu ímillum 70-80 vísindaligar greinar út í altjóða tíðarritum frá hesum trimum stovnunum, sum mynda Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking. Depilin hýsir í dag fleiri ph.d.-verkætlanum. Eisini eru føroysku heilsugranskararnir í størri mun enn áður høvuðsgranskarar á teimum verkætlanum, sum verða gjøgnumførdar, og fjølbroytni á evnum og granskingarhættum er nógv størri.
Magni Mohr, dekanur og professari á Fróðskapararsetrinum, sum hevur verið leiðari í Deplinum seinastu trý árini, leggur frá sær og verður nú partur av stýrisbólkinum. ”Depilin er ein platformur fyri allar heilsugranskarar í Føroyum, og menningin innan heilsugranskingarøkið hevur verið ómetaliga stór síðan Depilin var stovnsettur, sigur Magni Mohr, sum nú handar stafettina víðari til Mariu Skaalum Petersen. Maria er lektari á Fróðskaparsetrinum og royndur granskari á Deildini fyri Arbeiðs- og Almennaheilsu. Hon hevur sitið í stýrinum seinastu tvey árini og verður nú nýggjur leiðari. ”Eg gleði meg at menna Deplinin longur fram á leið, soleiðis at virksemið kann økjast og heilsugransking kann gerast meira sjónlig og avgerandi í samfelagnum”, sigur Maria Skaalum Petersen.
Í stýrinum fyri Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking” sita Kasper Kyhl (LS), Pál Weihe (DfAA), Sigurð í Jákupsstovu (FF) og nú eisini Magni Mohr (FF).
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...