Maria Skaalum Petersen DHS.jpg
Maria Skaalum Petersen, granskari á Fróðskaparsetri Føroya, hevur vunnið Ársins miðlaheiður 2022
Brynhild Thomsen
23.09.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Maria Skaalum Petersen vunnið Ársins miðlaheiður 2022

- Á fyrimyndarligan hátt lýkur tú krøvini at vinna Ársins miðlaheiður, segði Øssur Winthereig, journalistur, tá hann handaði Mariu Skaalum Petersen, granskara á Setrinum, Ársins miðlaheiður

Deildin fyri heilsu og sjúkrarøktarvísindi á Setrinum kann seta enn eina heiðursløn á sína hill.

Maria Skaalum Petersen, ph.d., lektari í heilsuvísindum og granskingarleiðari, vann seinnapartin Ársins miðlaheiðursløn fyri sína góðu vísindaligu miðling.

Heiðurin varð latin í endanum á Vísindavøkuni, sum í ár varð hildin í Løkshøll í Runavík.

- Maria dugir sera væl at leggja granskingina fram á lætt skiljandi, gerandisligan og ótilgjørdan hátt. Javnan er hon frammi og málber seg soleiðis, at øll kunnu skilja, og hennara miðling er bæði umfatandi og á so mongum pallum, segði Øssur Winthereig vegna Føroysk Miðlafólk, tá hann handaði henni heiðurslønina vegna Granskingarráðið.

Hjartaliga til lukku, Maria!

Og so bukkaði Øssur Winthereig fyri Mariu Skaalum Petersen

Lesið meira um Mariu Skaalum Petersen á hennara granskaravanga á PURE Føroyar her.

Og lesið eisini meira um grundgevingina fyri at lata Mariu heiðurslønina her.

Hesi hava higartil vunnið Ársins miðlaheiður fyri gransking:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen
2021 - Marnar Fríðheim Kristiansen

2022 - Maria Skaalum Petersen