Skriva út

Marianna Mørkøre fekk 60.000 kr

Tað var listakvinnan Marianna Mørkøre, sum fekk handa gávugóðsið úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.


Marianna er 29 ár og býr í Malmø. Hon ætlar at brúka pengarnar til m.a. nýggja útgerð og ein túr til New York, fyri at fáa íblástur til virki sítt. Marianna arbeiður saman við Maria Arnell, sum er fotografur. Saman hava tær virkið Marmar.

Í grundgevingini stendur: Marianna Mørkøre hevur víst hegni og stórar skapanargávur á fleiri listarligum økjum. Hon arbeiðir við tónleiki, grafikki, filmi og dansi. Listaverkini hjá Marionnu flyta mørk og bróta niður vanabundna hugsan um list. Í hennara listaverkum er alt møguligt, og her er ein samansjóðan av øllum teimum kendu listarligu úttrykkunum. Hervið kemur nakað nýtt fram, sum er sermerkt.

Jóan Pauli Joensen, rektari, handaði Marionnu peningagávuna. Umframt hann eru Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Lisa, og Magnus Tausen, formaður í Føroya lærarafelag, limir í nevndini fyri grunnin.