Marin er skiftislesandi í Malta
25.05.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Marin er skiftislesandi í Malta

Marin Eidesgaard, lesandi á Fróskaparsetrinum, hevur seinasta árið verið skiftislesandi á universitetinum í Malta. Jens Christian Svabo Justinussen, útbúgvingarleiðari, hevur hitt hana á máli


Seinasta lestrarárið hevur Marin Eidesgaard, sum lesur bachelor í Sosialvísindum og samfelagsplanlegging á Fróðskaparsetrinum, verið skiftislesandi á universitetinum á Malta. Hon mælir øðrum til at fara á annað universitet sum skiftislesandi, tí tað gevur ein víðkaðan sjónarring, og man mennist bæði fakliga og persónliga. Eftir summarferiuna byrjar hon aftur á Fróðskaparsetrinum fyri at gera seg lidna við útbúgvingina.

Jens Christian: Tú hevur seinasta árið verið skiftislesandi á universitetinum á Malta. Hvat fekk teg at royna júst Malta?

Marin: Eg valdi Malta, tí at tað eisini er eitt oyggjasamfelag. Eg hevði góðar møguleikar at fara til Malta, og eg ivaðist ikki eina løtu í, at eg vildi royna tað. Oyggjasamfeløg eru øðrvísi enn meginlandið, serliga smá oyggjasamfeløg, og tískil er Malta sera relevant fyri ein føroying. Eg havi eisini havt nakrar spennandi lærugreinar her, ið snúgva seg júst um oyggjasamfeløg, t.d. “Sociology of Island Life”. Góða veðrið var eisini ein faktorur. 

Jens Christian: Hvussu dámar tær at lesa í Malta?

Marin: Mær dámar ógvuliga væl at lesa her, men skipanin er rættiliga nógv øðrvísi enn í Føroyum, so eg varð noydd at laga meg eftir tí. Mær dámar betur føroysku skipanina, men tað hevur verið mennandi at roynt eina aðra skúlaskipan á einum fremmandum máli. Her er eitt stórt tal av fakultetum og lærugreinum at velja í, og eg havi víðkað mína útbúgving, so hon fevnir um øðrvísi fak enn tey, man vanliga fær. Studentar fáa eisini eitt tilknýti til undirvísararnar eins og í Føroyum, tí flokkarnir eru ikki so stórir. Tað er ein stórur fyrimunur, haldi eg, tí tú fært samrøður og kjak í lag. Her er eitt stórt, samlað kampusøki við øllum hentleikum, tað er ógvuliga hugnaligt og samansjóðandi. Eitt samlað kampusøki skapar trivnað, og eg vóni, at hetta verður veruleiki í Føroyum. Tað er annars eisini lekkurt at liggja á strondini og gera skúlating.

Jens Christian: Hvat er munurin á at lesa í Malta og í Føroyum?

Marin: Størsti munurin er allarhelst skipanin. Øll fakini telja lutfalsiga lítið, bert millum 2 og 6 ECTS. So eg havi nógv fleiri fak her, enn eg havi í Føroyum, tí har telja øll 10 ECTS. Hóast tey bert telja millum 2 og 6 ECTS, so er uppmøting í øllum fakum tveir tímar hvørja viku, so eg havi havt umleið 20 tímar um vikuna. Tað er rættiliga nógv meira, enn eg havi í Føroyum. Próvtøkurnar eru eisini øðrvísi. Tað eru bert skrivligar próvtøkur her, og í øllum fakum fær man tveir tímar at skriva ein stíl, og tað er uttan hjálpiamboð ella nøkur givin evni. So man má læra seg at minnast øgiliga væl ;-) Eg sakni at skriva størri uppgávur, at sleppa at verja tær munnliga, og at fara til eina vanliga, munnliga próvtøku í Føroyum. At ganga til undirvísing á einum fremmandum máli er sjálvandi eisini ein stór broyting, og eg má siga, at eg elski, at eg havi møguleikan at ganga á universiteti í Føroyum og hava undirvísing á føroyskum.

Jens Christian: Hvat dámar tær allarbest við Malta?

Marin: Tað, sum mær dámar allarbest við Malta hevur ikki so nógv við lestur at gera, tað er sjálvandi veðrið ;-) Her er fantastiskt veður alt árið. Í vetur høvdu vit ongantíð minni enn 16-17 hitastig, og allir mánaðirnir hava verið deiligir upp á hvør sín máta. Men tað verður avbjóðandi at fara til próvtøkur í juni í 30 hitastigum ella fleiri. Umframt at veðurlagið er gott, so er hetta eisini eitt ógvuliga søguligt, fjølmentanarligt og vakurt stað. Eg búgvi í høvuðsstaðnum Valletta, og eg elski býin. Fólkini eru vinarlig, løtt at fella í prát við og tey duga væl enskt.

Jens Christian: Hevur tú nøkur ráð til onnur lesandi í Føroyum, sum umhugsa um og hvar tey skulu fara sum skiftislesandi?

Marin: Eg haldi avgjørt, at man skal royna okkurt annað universitet. Tað gevur ein víðkaðan sjónarring, og man mennist bæði fakliga og persónliga. Eg vil tó mæla til at fara á eitt enskt-talandi universitet, ella eitt universitet, har man dugir málið. Eg kann ikki ímynda mær, at eg hevði verið noydd at lært eitt nýtt mál, meðan eg var her, tí eg hevði nokk at gera við at tillaga meg. Tað er eisini gott at sleppa at brúka og menna sítt enska mál. Annars, so má man sjálvandi gera sær greitt, hvat man vil hava sum part av sínum skiftislestri, áðrenn man velur eitt stað. Men roynið okkurt øðrvísi enn Føroyar – eina øðrvísi mentan, øðrvísi siðir, øðrvísi fólkasløg, øðrvísi veðurlag o.s.fr.