04.05.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Marin Strøm sett sum lektari í heilsuvísindum

Marin Strøm er sett í starv sum lektari í heilsuvísindum á megindeildini fyri náttúruvísindi og heilsuvísindi á Fróðskaparsetrinum.


Marin hevur kandidatútbúgving í fólkaheilsuvísindum í 2005 og ph.d. útbúgving í 2010 frá Keypmannahavnar Universiteti. Heitið á ph.d. ritgerðini er “Diet and physical activity during pregnancy and women’s health. Fish consumption and physical activity among women of childbearing age in relation to their later risks of postpartum depression, hypertensive and cardiovascular diseases”. Eftir lokna ph.d. útbúgving hevur Marin m.a. granskað í týdninginum av D-vitamin og dálkingarevnum í móðurlívi fyri heilsustøðuna og menningina hjá børnum heilt frá móðurlívi, og í týdninginum av kostinum hjá mammuni í barnsburðartíðina fyri, hvussu barnið mennist seinni í lívinum.

Marin hevur arbeitt við epidemiologiskari gransking sum post doc. granskari á Statens Serum Institut í Danmark, m.a. í tilknýti til Centre for Fetal Programming, har hon hevur virkað sum “Scientific Secretary” og haðani fingið týðandi royndir við fígging og umsiting av stórum granskingarverkætlanum og ráðstevnum. Hon er “peer reviewer” á fleiri altjóða tíðarritum. Hon hevur týðandi royndir við undirvísing á hægri útbúgvingum, serliga vegleiðing av master og ph.d. lesandi. Gransking innan kost og evni knýtt at hesum hava fremsta áhugan hjá Marini, og hon miðar ímóti at kunna upparbeiða hetta økið innan heilsu- og sosialari gransking í Føroyum.

Marin byrjar í starvinum 1. september í ár.