Skriva út
Marita Svartá vísindaligt hjálparfólk á SSD
Fyrsta september byrjaði Marita Svartá sum vísindaligt hjálparfólk á Søgu- og Samfelagsdeildini (SSD)
Marita er 30 ár, uppvaksin í Saksun, og hevur tikið kandidatútbúgving innan býarskipan/samfelagsráðlegging (“By, Plan og Proces”) og “Performance Design” á universitetinum í Roskilde. Hendan útbúgving hevur m.a. givið innlit í politisk, sosial og mentanarlig viðurskifti í sambandi við býarplanlegging.
Hon hevur seinastu árini búleikast í Danmark, har hon hevur samskipað ymsar verkætlanir, t.d. hjá Danmarks Radio Kultur (DR-K).
Marita kemur undirvísingarliga at vera knýtt at masterlæruni á SSD, men ein partur av starvinum verður knýttur at eini granskingarverkætlan (BUSK – Building Shared Knowledge) á SSD, sum í stuttum snýr seg um lendisnýtslu/burðadygga nýtslu av náttúrutilfeingi.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...