Mark við markleysari loysn
21.06.2017
Til lesandi
Skriva út

Mark við markleysari loysn

Seinni í ár verða 38 lestraríbúðir tiknar í nýtslu við Marknagilsvegin – talan er um bingjur, ið eru innrættaðar sum modernað studentabýli, sigur Gordon Rajani, stjóri í Spf. Mark


Ein avbjóðing hjá lesandi í Føroyum hevur verið tørvurin á hóskandi bústaði. Tá ið nýggja lestrarárið byrjar – ella har á leið – lata ikki færri enn tvey studentabýli upp í høvuðsstaðnum. Óivað fara tey at gera sítt til, at Havnin fær uppaftur meira dám av at vera lestrarbýur.

Annað er studentabýlið ‘Finsen’ – tað eru Bústaðir, ið hava umbygt nýggja, gamla kommunuskúlan til endamálið. Hitt verður bygt av privatu fyritøkuni Spf. Mark, sum fer at byggja tvær lonir oman fyri Marknagilsvegin, nær við Glasir.

Gordon Rajani upplýsir, at talan verður um eitt modernað bingjukonsept, ið er roynt ymsastaðni í heiminum.

– Vit hava verið hjá veitaranum og sæð líknandi bygging við fleiri enn 1.000 bingjum, sum hava virkað sum studentabýli seinastu 20 árini. Harumframt hava vit tosað við lesandi ungdóm har, og tey lata væl at. Hetta er eitt konsept, sum ikki hevur nakað mark, og tí valdu vit at gera eina umboðsavtalu við veitaran, sigur Gordon Rajani.

Mark-stjórin leggur aftrat, at síðani 2004 hevur mann gjørt sær nógvar royndir við konseptinum, og tað kemur byggingini í Marknagili til gagns:

– Bæði innan og uttan kunnu vit fáa nyttu av hesum royndum, ikki minst soleiðis at vit fáa gjørt tillagingar í mun til føroyska veðurlagið.

Í fyrsta umfari verður onnur lonin bygd. Hon verður í tveimum hæddum, og har verða 38 íbúðir, 32 smáar, hvør av teimum 17 fermetrar til víddar, og seks stórar, hvør av teimum 35 fermetrar til víddar.

– Hetta eru ikki stórar íbúðir, men tær hava alt tað, sum einum lesandi tørvar: Pláss at sita, sova, lesa og eta. Eisini hava tær góðar umstøður at gera mat í egnum køki, umframt at hvør einstøk íbúð hevur egið vesi við brúsu, sigur Gordon Rajani, ið leggur aftrat, at í løtuni er felagið í samráðing um eitt fipur-internetsamband, ið lýkur tey krøv, ið lesandi seta til skjótt samband.

Tær íbúðirnar, sum verða tiknar í nýtslu í heyst, eru lætt atkomuligar, eisini fyri fólk í koyristóli.

Gordon Rajani sigur, at sjálvt um tey ikki hava gjørt nakað stórvegis søluarbeiði, so eru meira enn helmingurin av íbúðunum umbidnar.

Seinni – vónandi til næsta lestrarár – verður farið undir at byggja hina lonina. Hon verður í trimum hæddum, og har verða 58 íbúðir. Samlaða byggingin fer sostatt at hava 96 lestraríbúðir, umframt felagshøli við vaskirúmi og øðrum hentleikum.

– Í alt verða 14 íbúðir til rørslutarnað, sigur Mark-stjórin.

Gordon Rajani sigur, at allar íbúðareindirnar eru komnar til landið, klárar at seta upp. Farið verður undir hetta arbeiðið fyrsta dagin.

– Umbidnu leigumálini taka við 1. oktober, men vit kýta okkum fyri at fáa alt liðugt til innflyting 1. september, sigur Gordon Rajani, stjóri í Spf. Mark.

Fá meira at vita á heimasíðuni hjá Spf. Mark, har tú eisini finnur prísir og umsóknarblað.