Markleys Útbúgving
Í ár verður Markleys Útbúgving fyriskipað týsdagin 17. september í Norðurlandahúsinum.
Hetta er 11. árið á rað, at skipað verður fyri útbúgvingarstevnuni Markleys Útbúgving.
Í ár er evnið “ALTJÓÐAGERÐ AV ÚTBÚGVINGUM” við serligum denti á skiftislestur.
Eins og undanfarin ár er skráin fjølbroytt við umboðum frá øllum hægri útbúgvingum í Føroyum, okkara grannalondum og meira fjarskotnum londum, sum t.d. Póllandi og Avstralia.
MÚ roynir at kveikja áhugan fyri víðari lestri. Lestrarmøguleikarnir eru nógvir og kunnu tykjast bæði spennandi, men eisini ringir at fáa yvirlit yvir. Tí eru Altjóða Skrivstovan við Setrið og lestrarvegleiðararnir til reiðar at veita vegleiðing í spurningum, sum viðvíkja vali av útbúgving.
Tiltakið um dagin er ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum. Tiltakið um kvøldið er alment. Tá fáa øll høvið at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar.
Okkara vón er, at fólk fáa sum mest burturúr degnum. Vit eggja staðiliga til at fara til fyrilestrar og at tosa við serfrøðina, sum mannar básarnar. Brúkið eisini møguleikan at tosa við onnur lesandi um nógvu útbúgvingarmøguleikarnar.
Sí faldara og skrá fyri dagtiltakið
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...