06.06.2013
Altjóða Skrivstovan
Skriva út

Markleys útbúgving 2013

Markleys útbúgving 2013 verður í ár fyriskipað í Norðurlandahúsinum týsdagin 17. september.


Markleys Útbúgving er eitt upplýsingarátak ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum. Tiltakið fyri miðnámsskúlanæmingunum verður um dagin, meðan onnur, ið ætla sær undir hægri útbúgving, eru vælkomin til tiltakið, sum verður fyriskipað um kvøldið.

Á tiltakinum verður kunnað um nógvu valmøguleikarnar til íblásturs og betri kunning hjá teimum, ið leita sær eftir útbúgving.

Altjóða Skrivastovan samstarvar við MFS, Vegleiðararfelagið og Statoil Faroes, ið verður høvuðsstuðul til tilkatið í ár.

Nærri kunning kemur seinni.