Markleys Útbúgving 2016 verður hósdagin 15. sept.
Hevur tú verið burtur frá skúla eitt ár ella fleiri, so er kvøldarskráin eitt gylt høvi at kunna teg um møguleikarnar
14. árið á rað fer tiltakið Markleys Útbúgving av bakkastokki. Tað verður nú hósdagin í Norðurlandahúsinum, har 600-700 miðnámsnæmingar møta upp frá morgunstundini at kunna seg um teir útbúgvingarmøguleikar, ið teimum stendur í boði, tá ið tey hava fingið miðnámsprógvið.
Meðan skráin um dagin – frá kl. 9.00 til 15.10 – burturav er ætlað miðnámsnæmingum, so er kvøldarskráin ætlað almenninginum. Hevur tú verið burturfrá skúla eitt ár ella fleiri, men kundi hugsað tær at tikið eina útbúgving, so er kvøldarskráin eitt gylt høvi til at kunna teg um møguleikarnar.
Umframt at fáa kunning um útbúgvingarmøguleikar í Føroyum og uttanlands, so verða framløgur um alt tað, sum eisini er neyðugt vita: Um at skriva eina umsókn, um kvotu 2, um stuðulsmøguleikar og um at fara uttanlands at lesa.
Holger Arnbjerg, leiðari á Altjóða Skrivstovuni á Setrinum, sigur, at tað hava verið fleiri og fleiri, sum hava nýtt møguleikan at fara til Markleys Útbúgving um kvøldið.
– Umframt at lurta eftir teimum framløgunum, sum fólk halda eru mest viðkomandi í teirra føri, so hava tey eisini møguleika fyri at fáa persónliga vegleiðing frá fólkum við serkunnleika, sum standa í básunum í forhøllini, sigur Holger Arnbjerg.
Kvøldarskráin sæst her.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...