11.09.2017
Altjóða Skrivstovan Til lesandi
Skriva út

Markleys Útbúgving 2017

Afturvendandi tiltakið, Markleys Útbúgving, verður í ár hildið í Norðurlandahúsinum hósdagin 14. september.


Ein broyting hesaferð er, at tann parturin, sum plagar at verða hildin um kvøldið, ikki er á skrá í ár.

Tiltakið, sum byrjar kl. 9, er í fyrsta lagi ætlað miðnámsskúlannæmingum, sum ganga á síðsta ári. Men øll, ið havi áhuga, eru vælkomin, bæði at koma at lurta eftir framløgunum og at vitja og fáa kunning um lestrarmøguleikar á básunum, hetta frá kl. 10.15 til 15.00.

Tiltakið er ókeypis fyri øll.

Skráin fyri tiltakið er at síggja HER