Markleys Útbúgving 2018
Í ár verður Markleys Útbúgving fyriskipað hósdagin 13. september í Norðurlandahúsinum.
Hetta er 16. árið á rað, at skipað verður fyri útbúgvingarstevnuni Markleys Útbúgving.
Eins og undanfarin ár er skráin fjølbroytt við umboðum frá øllum hægri útbúgvingum í Føroyum, okkara grannalondum og meira fjarskotnum londum, sum t.d. Póllandi og Avstralia.
Markleys Útbúgving roynir at kveikja áhugan fyri víðari lestri. Lestrarmøguleikarnir eru nógvir og kunnu tykjast bæði spennandi, men eisini ringir at fáa yvirlit yvir. Tí eru Altjóða Skrivstovan við Setrið og lestrarvegleiðararnir til reiðar at veita vegleiðing í spurningum, sum viðvíkja vali av útbúgving.
Tiltakið er serliga ætlað fráfaringarflokkunum í miðnámsskúlunum, men frá kl. 10 er tiltakið alment. Tá fáa øll høvi at kunna seg um útbúgvingarmøguleikar.
Okkara vón er, at fólk fáa sum mest burturúr degnum. Vit eggja staðiliga til at fara til fyrilestrar og at tosa við serfrøðina, sum mannar básarnar. Brúkið eisini møguleikan at tosa við onnur lesandi um nógvu útbúgvingarmøguleikarnar.
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...