Marnar Fríðheim Kristiansen Dimma eigur.png
Brynhild Thomsen
16.08.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Marnar Fríðheim Kristiansen verjir sína ph.d.

Fríggjadagin 9. september klokkan 13:00 fer Marnar Fríðheim Kristiansen at verja ph.d.-ritgerð sína um krabbameinsepidemiologi í Føroyum.

Niðurstøðan í granskingini vísir, at krabbameinstíttleikin sum heild var lægri í Føroyum enn í Norðurlondum, men at deyðatíttleikin var á umleið sama stigi. Gjøllari kanningar eiga at verða gjørdar av, hví føroyskir sjúklingar hava lægri yvirliving.

Lesið samandráttin av ritgerðini her.

Eitt eintak av ph.d.-ritgerðini liggur frammi á Landsbókasavninum.

Verjan er opin fyri almenninginum.