Martin Breum á vitjan á Søgu- og samfelagsdeildini
Kendi danski DR journalistur og rithøvundur, Martin Breum hitti lesandi á Søgu- og samfelagsdeildini í farnu viku
Martin Breum, sum skrivaðið bókina Når isen forsvinder – Danmark som stormagt i Arktis, olien i Grønland og kampen om Nordpolen (Gyldendal 2011) var á Føroyavitjan í farnu viku og nýtti høvi at hitta føroysk lesandi á Fróðskaparsetrinum. Martin helt ein fyrilestur á Søgu- og samfelagsdeildini og viðgjørdi altjóða politisku telvingarnar, sum fara framm millum alheims tjóðir og stórveldi um ræðisrættin yvir tilfeingi, sum liggur undir ísinum í Arktis, og sum gerast atkomuligt nú ísurin bráðnar. Hann var serliga áhugaður í at hoyra, hvat føroysk lesandi hildu um ríkisfelagsskapin, og um tey hildu, at broytingarnar í Arktis fóru at hava ávirkan á viðurskiftini millum Føroyar og Danmark.
Martin Breum er ein sera livandi og engasjeraður fyrilestrahaldari, og vónandi fáa vit høvi at uppliva hann aftur, nú bókin hjá honum skal dagførast.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...