Martin Zachariasen adjungeraður professari
Martin Zachariasen er frá 1. mai 2015 settur sum adjungeraður professari í teldufrøði á Náttúruvísindadeildini. Hann hevur frammanundan í eitt áramál verið adjungeraður lektari í teldufrøði.
Martin Zachariasen er frá 1. mai 2015 settur sum adjungeraður professari í teldufrøði á Náttúruvísindadeildini. Hann hevur frammanundan í eitt áramál verið adjungeraður lektari í teldufrøði.
Martin var ein á fyrsta holdinum, ið fekk bachelorprógv í teldufrøði frá Setrinum. Tað var í 1989. Hann helt seinni fram við lestri á Keypmannahavnar Universiteti, har hann tók ph.d. útbúgving í 1998 og Dr. Scient. í 2010. Hann hevur drúgvar royndir við gransking og útbúgving á øllum akademiskum stigum. Síðan 2011 hevur hann verið professari í teldufrøði á DIKU, Keypmannahavnar Universiteti, har hann eisini hevur verið deildarleiðari síðan 2008. Tann 1. mai 2015 tók Martin við sum dekanur fyri Det Naturvidenskabelige Fakultet á Syddansk Universitet. Grein um tað sæst her:
Sum adjungeraður professari fer Martin m.a. at virkar við í at menna útbúgving og gransking á Fróðskaparsetrinum innan kunningartøkni og at menna útbúgvingartilboð innan kunningartøkni.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...